EM fyri rennigravarar
25. februar 2008
Í Føroyum vælumtóktu Huddig og JCB, sum KJ Hydraulik umboðar, hava sett seg á titlarnar sum bestu rennigravarar í Evropa!
 
Teir vóru har allir: Caterpillar, Case, Komatsu, Hydrema, Terex, Huddig og JCB. New Holland høvdu meldað til, men kundu ikki møta til kappingina. Kappast var í tveimum flokkum, um 9 tons og yvir 11 tons. Huddig vann tyngra flokkin og JCB tann lættara.
Kappingin var býtt í 6 partar. Fyrst skuldu førararnir geva maskinunum eina yvirháling og kanna allar funksjónir og gjøgnumføra eitt dagligt eftirlit. Síðan skuldi teir fylla skuffuna og koyra 400 metrar í brattari undanbrekku, venda, stoyta av mitt í brekkuni og gera sama túrin umaftur. Beint eftir tað skuldu teir grava eina 10 metrar langa rennu og fylla hana aftur.
 

Fjóðra kappingin var at fylla ein dumpara einaferð við skuffuni og einaferð við grabbanum. Fimta var ein kapping við ámonteraðum plattagafli og tann seinasta var ein 2 kilometrar long transportkoyring á vanligum vegi.
Stiggevingin var rættiliga kompliserað og nógvar kanningar vórðu gjørdar av maskinunum undir kappingini, tekniskar mátingar, ljóðkanningar, orkunýtsla, gravi- og lyftistyrki o.s.fr. Samlaða kappingin við øllum royndunum tók meira enn 4 vikur.
Huddig og JCB, sum KJ-Hydraulik umboðar í Føroyum, vunnu kappingina í flokkunum ávíkavist yvir 11 tons og 9 tons.
 
Kelda: www.vikublad.fo
P.O.Box 110 · FO-530 Kambsdalur · Faroe Islands · Tel +298 407 000 · Fax +298 407 001 · info@kj.fo