Faroe Ship nýggjan bil við krókhejs
9. mars 2009
Faroe Ship hevur fyri kortum fingið nýggjan bil við krókhejs.
Faroe Ship fekk fyri kortum ein nýggjan Scania R500 við krókhejs. Tað er Berg Motors í Tórshavn sum hevur staði fyri søluni.  
 
Bilurin er uppbygdur við eini Palfinger T22 krókhejs. Uppbyggingin er gjørd hjá KLC í Danmark, meðan KJ Hydraulik hevur leverða hejs og deilir. Bilurin kemur fyrst og fremst at vera brúktur til fóðurkoyring, men kann eisini loysa fleiri aðrar uppgávur.
 
Vit ynskja Faroe Ship bestu eydnu við nýggja bilinum.
 
P.O.Box 110 · FO-530 Kambsdalur · Faroe Islands · Tel +298 407 000 · Fax +298 407 001 · info@kj.fo